Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk

Dagførdar 16. januar 2025

Yvirskipaða málið hjá Loftbrúgv til listafólk er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Loftbrúgv til listafólk skal vera við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva í Føroyum og hava eina altjóða yrkisleið. Dentur verður lagdur á tiltøk og verkætlanir, sum styrkja ímyndina av Føroyum sum eitt livandi, eyðkent og spennandi mentanarstað.

Við í samstarvinum um Loftbrúgv til listafólk eru Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Almanna-og mentamálaráðið.

Grein 1: Grundleggjandi treytir

Øll listafólk í Føroyum kunnu søkja um stuðul úr Loftbrúgv til listafólk. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru hesar:

  1. Umsøkjarin skal sum meginregla framføra / sýna fram upprunaføroyskt og / ella egið tilfar
  2. Umsøkjarin skal senda skjalprógv inn saman við umsóknini, sum váttar luttøku í verkætlan ella tiltaki uttanlands.

Grein 2: Stuðulsmóttakarar og stuðulsveitingar

  1. Stuðulin er avmarkaður til listafólk og í mesta lagi eitt hjálparfólk til tiltakið / verkætlanina.
  2. Sum meginregla verða til hvørja verkætlan játtaðir ferðaseðlar til í mesta lagi 8 persónar. Sami persónur kann í mesta lagi fáa játtað ein ferðaseðil aftur og fram til somu verkætlan.
  3. Eingin avmarking er um, hvussu ofta sami umsøkjari kann fáa stuðul um árið. Tó kann stuðulsnevndin – eitt nú við støði í tøku játtanini – áseta avmarkingar í ítøkiligum førum.
  4. Ferðandi skulu hava fastan bústað í Føroyum (sambært fólkayvirlitinum). Undantak kann gerast fyri listafólk, sum eru uttanlands í lestrarørindum. Hetta skal kunna skjalprógvast.
  5. Ferðaseðil og setur til stór ljóðføri verða einans játtað til hesi ljóðføri, treytað av, at tey ikki eru størri enn 140x46x30cm: sello, akkordeon (listin er gjørdur í samráð við Føroya Tónleikarafelag)

Grein 3: Avmarkingar

  1. Loftbrúgv til listafólk stuðlar við ferðaseðlum til flúgving á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og ferðin skal byrja í Føroyum.
  2. Loftbrúgv til listafólk stuðlar ikki ferðum til fundir, luttøku á ráðstevnum, upptøkur ella ferðum, sum ikki umfata framførslu av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi, framsýning av føroyskari list ella líknandi.
  3. Loftbrúgv til listafólk veitir ikki stuðul til privat tiltøk ella tiltøk, sum ikki metast stuðla nóg væl undir endamálið við stuðulsskipanini, t.d. veitslur og tiltøk sum í stóran mun venda sær til føroyingar uttanlands.
  4. Loftbrúgv til listafólk stuðlar ikki størri bólkum so sum kórum, orkestrum el.l. Tó kann stuðul latast kór- ella orkesturleiðara, um viðkomandi annars lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul.

Grein 4: Bíleggingar- og ferðaseðlatreytir

Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast umvegis booking@atlantic.fo ella á tlf. 341000, so skjótt sum umsøkjarin hevur fingið stuðul játtaðan. Umframt loyvda viðførið kann hvør persónur taka 1 eyka stykki av viðføri á í mesta lagi 23 kg við ókeypis. Eyka stykkini skulu bíleggjast, tá ferðaseðilin verður bílagdur. Eyka viðføri, sum ikki er bílagt frammanundan, rindar umsøkjarin fyri. 

Ferðaseðlarnir verða bílagdir og goldnir úr stuðulsskipanini fyri vanligan prís, og sum meginregla verða lágprísferðaseðlar nýttir. Bæði ferðaseðil og skattur / avgjøld verða goldin. Ferðaseðlarnir fylgja vanligu ferðaseðlatreytunum hjá Atlantic Airways (sí her)

Endurgjald verður ikki latið fyri keyptar ferðaseðlar.

Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin fyri møguliga uppstigan og / ella broytingar av flogferðaseðlunum. Um ein góðkend og bókað ferð verður avlýst, falla møgulig endurgjøld til Loftbrúgv til listafólk.

Grein 5: Umsóknir og tíðarfreistir

  1. Umsóknir skulu vera móttiknar innan tann fyrsta í hvørjum mánaði, og fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi fimm vikur eftir henda dag (tvs. at ferðin kann í fyrsta lagi vera fimm vikur eftir fyrsta í komandi mánaði).
  2. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar:
    • eina stutta og greiða lýsing av verkætlanini
    • upplýsingar um ynsktar ferðadagar og aðrar møguligar ferðadagar
    • ferðamál
    • upplýsingar um tey einstøku ferðandi og neyva lýsing av uppgávuni hjá teimum, sum eru við á ferðini / í verkætlanini
    • skjalprógv fyri luttøku á tiltaki / í verkætlan (t.d. ein innbjóðing, ein sáttmáli, ein leinkja til eina heimasíðu, har tiltakið er lýst el.l.)
  3. Umsóknir verða bert viðgjørdar, um tær eru sendar inn ígjøgnum umsóknarblaðið hjá Loftbrúgv til listafólk, eru fullfíggjaðar, og øll neyðug skjalprógv eru viðheft. 

Grein 6: Skipan og samband

  1. Stuðulsnevndin hjá Loftbrúgv til listafólk viðger umsóknir mánaðarliga í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir mánaðarskiftið. Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir, at umsóknin er viðgjørd.
  2. Umsøkjarar, sum fáa stuðulsjáttan, skulu undirskriva sáttmála, og játta harvið
    • at gera eina frágreiðing um verkætlanina, sum skal vera móttikin í seinasta lagi ein mánað aftan á heimkomuna.
    • at Loftbrúgv til listafólk kann kunna alment um stuðulin
  3. Verða treytirnar fyri stuðlinum ikki hildnar, kann stuðulin verða kravdur aftur, og sum meginregla verður stuðul ikki veittur umsøkjarum, sum áður ikki hava hildið allar treytirnar í sáttmálanum.

Grein 7: Onnur viðurskifti

  1. Partarnir í Loftbrúgv til listafólk seta sjálvir sína stuðulsnevnd.
  2. Um týðandi orsøkir eru til tess, kann Loftbrúgv til listafólk í einstøkum førum víkja frá viðtøkunum.
  3. Stuðulsnevndin kann skipa serstøk átøk ella serstakan stuðul, t.d. Ársins Loftbrúgv.
  4. Samstarvspartarnir hava árligan eftirmetingarfund í seinasta lagi í apríl, har gongdin árið fyri verður viðgjørd.