
Loftbrúgv til listafólk
Um Loftbrúnna
Loftbrúgv til listafólk er eitt samstarv ímillum Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways, Norðurlandahúsið í Føroyum og Almanna- og mentamálaráðið. Endamálið er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Loftbrúgv til listafólk skal vera við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva í Føroyum og hava eina altjóða yrkisleið.
Umsókn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan tann fyrsta í hvørjum mánaði, og fráferðin skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir hendan dag (t.e. fimm vikur eftir fyrsta í komandi mánaði). Umsóknin skal hava eina stutta og greiða lýsing av verkætlanini, upplýsingar um ynsktar ferðadagar og eisini neyvu uppgávuna hjá teimum einstøku luttakarunum á ferðini. Skrivlig váttan um endamálið fyri ferðin (so sum ein sáttmáli ella leinkja til almenna lýsing av tiltaki) skal fyriliggja. Umsóknir verða bert viðgjørdar, um tær eru fullfíggjaðar og senda inn umvegis umsóknarblaðið á hesari heimasíðuni.
Trýst á knøttin niðanfyri, um tú ynskir at søkja um stuðul.



