Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk

Yvirskipaða málið hjá Loftbrúgv til listafólk er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi úr Føroyum til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar.

Við í samstarvinum um Loftbrúgv til listafólk eru Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið. Dentur verður lagdur á, at øll listafólk í landinum kunnu søkja. Talan er um eina royndarskipan, og til annað er avtalað, er skipanin bert galdandi fyri árið 2015.

 

Grein 1.

Grundleggjandi treytir og staðfesting

Treytirnar fyri at fáa stuðul frá Loftbrúgv til listafólk er, at umsøkjarin skal lúka hesi krøv:

  1. Framføra/sýna fram uppruna føroyskt og/ella egið tilfar.
  2. Kunna vísa fram skjalprógv, sum váttar luttøku í verkætlan ella tiltaki uttanlands, sum kann styrkja ímyndina av Føroyum sum eitt livandi, eyðkent og spennandi mentanarstað.

Umsøkjarin skal senda inn skjalprógv, sum endaliga váttar ætlaðar konsertir, sýningar, framsýningar ella onnur miðla- og/ella PR-viðkomandi tiltøk uttanlands.

 

Grein 2.

Stuðulsmóttakarar og stuðulsveitingar

  1. Sum heild stuðlar Loftbrúgv til listafólk hvørjum umsøkjara við í mesta lagi tveimum verkætlanum um árið.
  2. Stuðulin er avmarkaður til listafólk og í mesta lagi eitt hjálparfólk til tiltakið.
  • Í útgangsstøðinum verður játtað til hvørja verkætlan í mesta lagi 8 ferðaseðlar aftur og fram við skatti/avgjøldum.

 

Grein 3.

Avmarkingar

  1. Loftbrúgv til listafólk veitir ikki stuðul til ferðir til fundir, luttøku á ráðstevnum, upptøkur og ferðir, sum ikki umfata framførslu av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi, framsýning av føroyskari list o.a.m.

 

  1. Loftbrúgv til listafólk stuðlar við ferðaseðlum til flúgving á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og ferðin skal byrja í Føroyum.

Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast, so skjótt sum umsøkjarin hevur fingið sína umsókn játtaða. Ein játtan merkir eisini loyvi til at hava við sær 20 kg í yvirvekt fyri hvønn persón – ella í mesta lagi 250 kg til eina verkætlan (tá talan er um verkætlan, skal yvirvekt yvir 20 kg fyri hvønn ferðandi bókast og góðtakast frammanundan av Atlantic Airways við sambandi til Tænastudepilin á tel. 341010).

  • Ferðaseðlarnir verða bílagdir og goldnir fyri vanligan prís, og sum útgangsstøði verða TÍÐLIGA ferðaseðlar nýttir. Bæði ferðaseðil og skattur/avgjøld verða goldin.

Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin fyri møguliga uppstigan og/ella broytingar av flogferðaseðlunum. Um ein góðkend og bókað ferð verður avlýst, falla møgulig endurgjøld til Loftbrúgv til listafólk.

  1. Loftbrúgv til listafólk tilskilar sær rætt til ikki at viðgera nýggjar umsóknir frá umsøkjarum, sum ikki hava hildið treytirnar í sáttmálanum fyri umsóknir, sum fyrr eru játtaðar.

 

Grein 4.

Umsóknir og tíðarfreistir

  1. Umsóknir skulu vera móttiknar innan tann fyrsta í hvørjum mánaði, og fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir henda dag. Umsóknin skal hava eina stutta og greiða lýsing av verkætlanini, upplýsingar um ferðadagar, sum ynski er um, og eisini aðrar ferðadagar, sum veljast kann ímillum, ferðamál, og eisini neyvu uppgávuna hjá teimum einstøku luttakarunum á ferðini/verkætlanini, um talan er um fleiri luttakarar. Umsóknir verða bert viðgjørdar, um formliga umsóknarblaðið hjá Loftbrúgv til listafólk er nýtt (sí www.loftbrugv.fo).
  2. Loftbrúgv til listafólk hevur heimild at geva ætlanarskriv um stuðul, uttan at skrivlig váttan um eitt tiltak er tøk, men stuðulin kann ikki verða veittur, fyrr enn øll skjalprógv eru til skjals.

 

Grein 5.

Skipan og samband

  1. Stuðulsnevndin hjá Loftbrúgv til listafólk hittist hvønn mánað – í seinasta lagi fimm dagar eftir at umsóknarfreistin er úti. Umsøkjararnir fáa svar í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar seinni. Teir umsøkjarar, sum fáa tillutaðan stuðul, skulu undirskriva ein sáttmála.
  2. Tá sáttmálin verður undirskrivaður:
    1. – bindur umsøkjarin seg til at gera eina frágreiðing um verkætlanina, sum skal vera móttikin í seinasta lagi ein mánað aftan á heimkomuna. Verða treytirnar fyri stuðlinum ikki hildnar, kann stuðulin verða kravdur aftur, og sum útgangsstøði ber ikki til at veita umsøkjarum stuðul, sum áður ikki hava hildið allar treytirnar í sáttmálanum
    2. – góðtekur umsøkjarin, at Loftbrúgv til listafólk hevur fullan rætt til at kunna um stuðulin til viðkomandi tiltak/verkætlan.

 

Grein 6.

Onnur viðurskifti

  1. Partarnir í Loftbrúgv til listafólk seta sjálvir sína stuðulsnevnd.
  2. Um týðandi orsøkir eru til tess, kann Loftbrúgv til listafólk í einstøkum førum víkja frá omanfyri nevndu leiðreglum.

 

Tórshavn, tann 4. desember 2014